Almannaverkið og eldraøkið: Neyðugt við stórum broytingum

Almannaverkið og eldraøkið: Neyðugt við stórum broytingum
Ein arbeiðsbólkur hevur gjørt 27 uppskot um, hvussu nakrar avbjóðingar í vælferðarsamfelagnum kunnu loysast
Almannaverkið og eldraøkið hava stórar avbjóðingar í framtíðini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.04.2022 - 18:00

Stórar broytingar mugu til í almannaverkinum og á eldraøkinum, um nóg nógvar hendur skulu vera til at ansa tey yngstu og eldstu í samfelagnum í framtíðini.

Tað stendur í nýggju frágreiðingini "Í góðum hondum", sum varð løgd fram í Norðurlandahúsinum í dag.

 

27 uppskot

Í frágreiðingini kemur ein arbeiðsbólkur við 27 uppskotum, sum kunnu loysa nakrar av avbjóðingunum í okkara vælferðarsamfelagi í framtíðini.

Í fjør setti landsstýrið ein tvørgeiraligan arbeiðsbólk á embætismannastigi at lýsa trupulleikan við starvsfólkatroti á vælferðarøkinum nærri og koma við boðum uppá, hvat kann gerast fyri at tryggja, at vælferðartænasturnar eisini í árunum, sum koma, kunnu loysast á ein fakliga fullgóðan hátt.

Heri á Rógvi er ein av samskiparunum í arbeiðsbólkinum:

 

 

Heri á Rógvi hevur verið ein av samskiparunum í arbeiðsbólkinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Heilsuskúlin deild norðanfjørðs

Onkur av uppskotunum hjá arbeiðsbólkinum eru umstrídd. Eitt nú verður spurnartekin sett við, um fiskavirkisskipanin undir ALS skal avtakast, og um Heilsuskúlin í Suðuroy skal hava eina deild norðanfyri:

 

 

Uppskotini hjá arbeiðsbólkinum verða nú latin politisku skipanin at viðgera.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558