Serlógirnar um flóttafólk einmælt samtyktar

Serlógirnar um flóttafólk einmælt samtyktar
Løgtingið er nú farið í páskafrí
Nú er ein tíð liðin, síðani fyrstu flóttafólkini úr Ukraina komu til Føroya. Í dag hevur løgtingið avgreitt serlógirnar í sambandi við flóttafólk úr Ukraina.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.04.2022 - 15:26

Løgtingið hevur fyri løtu síðani einmælt samtykt tær tríggjar serlógirnar um flóttafólk úr Ukraina.

Øll 27 tingfólkini, sum vóru í løgtingssalinum, atkvøddu fyri við triðju viðgerð, og løgtingið hevur nú avgreitt lógirnar.

Trivnaðarnevndin, rættarnevndin og fíggjarnevndin tóku einmælt undir við lógunum, sum geva 200 ukrainskum flóttafólkum uppihaldsloyvi í Føroyum í tvey ár. Og tey fáa somu rættindi sum føroyingar til sjúkrahúsviðgerð.

Tingið hevur eisini samtykt eina eykajáttan upp á tilsamans 15,5 milliónir kr., sum flóttafólkini verða mett at kosta.

 

Alt er ikki greitt

Rættarnevndin skrivaði í álitinum, at hon tekur til eftirtektar, at øll viðurskifti viðvíkjandi móttøku av flóttafólkunum ikki eru komin upp á pláss frammanundan, men tað er avgerandi neyðugt, at føroyskir myndugleikar loysa hesar uppgávur í tøttum samstarvi og so skjótt sum møguligt. 

Fíggjarnevndin skrivaði, at nevndin leggur dent á, at eykajáttanirnar verða hildnar leysar av vanliga rakstrinum hjá teimum stovnum, ið varða av teimum, og at tær sostatt einans verða brúktar í tann mun, tørvur verður á  teimum til endamálið. Í hesum sambandi skulu tættir í roknskapinum brúkast til at útgreina nýtsluna.

 

Tað gekk skjótt at samtykkja tær tríggjar serlógirnar við triðju viðgerð, áðrenn løgtingsformaðurin ynskti tingmanningini gleðiligar páskir. Sí videobrot her:

 

LOGTINGSFORMADUR_NET

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302