Seks milliónir krónur til Ukraina

bannari
Seks milliónir krónur til Ukraina
Reyði Krossur Føroya hevur latið tilsamans seks milliónir krónur í neyðhjálp til Ukraina
Ukraina stuðulskonsert.
Mynd: Savn.  
 
16.04.2022 - 13:24

Síðst í februar, stutt eftir at kreppan í Ukraina tók seg upp, sendi Reyði Krossur, við hjálp frá føroyskum vinnulívi, tvær milliónir krónur til bráðfeingis hjálparátøk í Ukraina og grannalondunum. 

Nú er avgerð tikin um at lata fýra milliónir afturat hesari upphædd til sama endamál. Sostatt hevur Reyði Krossur Føroya nú latið tilsamans seks milliónir krónur til hjálparátøk í Ukraina. Hjálparátøkini fevna eitt nú um skjól, vernd, mat, drekka, heilsutænastur og sálarligan stuðul. 

Peningurin kemur í stóran mun frá Stuðulskonsertini í mars, og er hetta tískil við góðum stuðli frá fólki og fyritøkum í Føroyum, at tað ber til at lata hesa upphæddina, sigur Reyði Krossur Føroyar í tíðindaskrivi í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053