Nógv í Moskva missa arbeiðið

Nógv í Moskva missa arbeiðið
Helst fara minst 200.000 fólk, sum starvast hjá útlendskum fyritøkum at missa arbeiðið, skrivar borgarstjórin.
 
18.04.2022 - 13:08

Umleið 200.000 fólk í Moskva fara at missa arbeiðið, eftir at útlendsk feløg hava minkað um sítt virksemi í Ruslandi, ella hava tikið seg úr landinum. Tað skrivar borgarstjórin í Moskva, Sergej Sobjanin, á síni heimasíðu, sambært Ritzau.

Innrásin í Ukraina er orsøkin til, at fyritøkur í vesturheiminum hava valt at minka um sítt virksemi í Ruslandi, ella at taka seg úr landinum. Borgarstjórin skrivar, at ein ætlan fyri 283 milliónir kr. er gjørd, sum skal tryggja fólkinum í høvuðsstaðnum arbeiði.

- Pengarnir eru fyrst og fremst ætlaðir teimum, sum missa arbeiðið hjá útlendskum feløgum, tí feløgini hava minkað um virksemið, ella tí fyritøkurnar rýma úr Ruslandi, sigur Sobjanin. Tey, sum missa arbeiðið, kunnu fáa løn við m.a. at arbeiða í almannagagnligum virksemi, ella í viðarlundunum í býnum, sigur Sergej Sobjanin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815