Umfatandi herverk í Hvalvík

Umfatandi herverk í Hvalvík
Løgreglan kannar eitt mál um umfatandi herverk, sum er framt inni í og uttan fyri ein virkisbygning á kaiøkinum í Hvalvík
 
19.04.2022 - 18:29

Fólk frá kanningardeildini hjá løgregluni hava verið í Hvalvík í dag og gjørt ymiskar kanningar í økinum. Hildur Hentze, vaktleiðari, sigur, at gerningsmenninir hava brotið inn í bygningin, og hava við einum trukki brotið eina stóra garaguhurð og hava koyrt gjøgnum hana fleiri ferðir - hurðin fekk stóran skaða. 

Við trukkinum hava teir eisini rent á ein bil við lyftu, sum stóð inni í bygninginum, og hann hevur eisini fingið stóran skaða. Leidningar til fleiri maskinur eru kvettir av, og fleiri loftslampur í høllini eru knústar. 

Gerningsmenninir hava eisini roynt at skumpa ein bil út á sjógv. Teir hava eftir øllum at døma loyst hondbremsuna og so skumpað. Men 50 metrar frá kaikantinum skorðaði ein av bilhurðunum seg fasta í ein tanga á kaiini, og tí fór bilurin ikki á sjógv. Hesin tangin flutti seg so mikið nógv, at hann tók í ein bát, sum stóð upp á kaiini. Báturin fekk eisini skaða. 

Herverkið varð fráboðað í morgun, og tað er framt í tíðarskeiðnum millum kl. 8 í gjárkvøldið til kl. 7 í morgun. Løgreglan vil fegin frætta frá fólki, sum halda seg vita nakað í sambandi við herverkið, og fólk, sum møguliga hava videoupptøkur frá økinum hetta tíðarskeiðið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Fríggjadag 17. mai
Vikuskiftið 17 mei 2024
175271
Fríggjadag 17. mai
RagnarRokk: Brian Zimmerman um Asylum
175241
Fríggjadag 17. mai
Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
175238
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216
Hósdag 16. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175211