FIFA atkvøður ikki um at koyra Ísrael úr altjóða kappingum

FIFA atkvøður ikki um at koyra Ísrael úr altjóða kappingum
Fótbóltur eigur ongantíð at gerast gísli hjá politikkinum, sigur forsetin í FIFA
Gianni Infantino er forseti í FIFA.
Mynd: Bein Sports  
 
17.05.2024 - 16:15

Limalondini í altjóða fótbóltssamgonguni FIFA fara ikki at atkvøða um at koyra Ísrael úr altjóða fótbóltskappingum.

Palestinska fótbóltssambandið PFA hevði annars sent uppskot inn til FIFA um at útihýsa Ísrael í sambandi við stríðið í Gasa. Sambært PFA brýtur Ísrael fleiri reglur hjá FIFA við at føra stríð í Gasa.

Men á ársfundinum hjá FIFA, sum er nú um vikuskiftið í Bangkok, var í dag staðfest, at tað verður eingin atkvøðugreiðsla um málið.

 

FIFA-ráðið taka støðu

Í staðin skal FIFA-ráðið - tað sum fyrr æt aðalnevndin - taka støðu til spurningin. Men fyrst skal ein løgfrøðilig meting gerast fyri at vita, um Ísrael veruliga hevur brotið reglurnar hjá FIFA.

BBC skrivar, at FIFA-forsetin Gianni Infantino segði á ársfundinum í dag, at FIFA-ráðið kemur saman á einum serligum fundi síðst í juli at umrøða málið.

- Fótbóltur eigur ongantíð at gerast gísli hjá politikkinum, og skal altíð standa fyri friði, vón og tí góða og sum ein megi, ið sameinir heldur enn skilir fólk, segði Gianni Infantino í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Mikudag 18. mars
Andgletturin
205811
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
APO00157 - teknmálstulkað
205845
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808