Macron hevði munin á Le Pen

Macron hevði munin á Le Pen
Franski forsetin, Emanuel Macron, stóð seg betri í orðaskiftinum í gjár, enn Marine Le Pen, uppundir franska forsetavalið sum verður sunnudagin
Fronsku forsetavalevnini, Emanuel Macron og Marine Le Pen, í beinleiðis orðaskifti
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
21.04.2022 - 09:58

Meiningakanningar eftir einasta orðaskiftið uppundir franska forsetavalið sunnudagin vístu, at sitandi franski forsetin, Emanuel Macron, stóð seg beturenn Marine Le Pen. 

Sambært kanningini hildu 59 prosent av fronsku veljarunum, at Macron stóð seg betri enn Le Pen.

Orðaskiftið í gjár var á sama hátt sum orðaskiftið í 2017. Tá hildu 63 prosent av fronsku veljarunum, at Macron stóð seg betur, og hann vann eisini valið.

Emanuel Macron

Frítekst tagging: 

Russland og hijab

Á skránni í orðaskiftinum í gjár vóru viðurskiftini við Russland og høviðklæðið, hijab, sum er nógv umrøtt í valstríðnum.

Marine Le Pen hevur sagt seg fara at seta forboð fyri at nýta hijab alment.

Macron svaraði, at borgarakríggj brestir á, um hijab veður noktað.

Marine Le Pen

Frítekst tagging: 

Skuldsett fyri at samskifta við Putin

Macron skuldsetti eisini Le Pen fyri at hava tætt samskifti við russiska forsetan, Putin.

Millum annað nevndi hann, at Le Pen ikki viðmerkti, tá russar í 2014 tóku Krim-hálvoynna. Og hon fanst heldur ikki at russisku framferðini í Sýria.

Macron vísti eisini á, at Le Pen fekk eina stóra peningaupphædd frá einum russiskum banka, sum hevur tætt tilknýti við russiska forsetan.

Roknað verður við, at Macron fer at vinna forsetavalið sunnudagin. Meiningakanningar geva honuym 55,5 prosent av atkvøðunum.

Í 2017 fekk Emanuel Macron 66,1 prosent av atkvøðunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. juli
Søgan um Johnny Cash 1.partur
210479
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521