Stór og tung vápn á veg til Ukraina

bannari
Stór og tung vápn á veg til Ukraina
Stríðsvognar, kanónir, tyrlur, lutir til jagaraflogfør og møguliga vápnaðar amerikanskar dronur, sum kunnu røkka heilt til russiska høvuðsstaðin eru á veg til Ukraina
Amerikanska verjumálaráðið Pentagon
Mynd: Shutterstock.com  
 
21.04.2022 - 06:45

Nú eru stór og tung vápn á veg til Ukraina.

Stríðsvognar, kanónir, tyrlur, pansaravognar, lutir til jagaraflogfør og møguliga vápnaðar amerikanskar dronur, sum kunnu røkka heilt til russiska høvuðsstaðin, Moskva.

stríðsflogfar

Frítekst tagging: 

Tyngstu skotvápnini eru frá USA.

Tey stóru og tungt lastaðu flogførini hava støð í polska marknaðbýnum, Rzeszow. Afturat hesum koma vápn, útgerð og lóður, sum verða flutt við akførum inn í Ukraina. 

Úr amerikanska verjumálaráðnum, Pentagon, verður upplýst, at Ukraina hevur fingið partar av flogførum, men ikki heil flogfør, skrivar NRK.

- Ukraina hevur nú fleiri flogfør, enn landið hevði fyri tveimum vikum síðani, sigur talsmaðurin í Pentagon, John Kirby. 

John Kirby

Frítekst tagging: 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776