- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin: Kollsigldur samferðslupakki

Nógv umrøddi samferðslupakkin fekk í gjár banahøgg frá formanninum í fíggjarnevndini, Erhardi Joensen, sum segði við útvarpið, at pakkin kemur ikki í Løgtingið, áðrenn tað fer í summarfrí í morgin.
Ósemja er um fleiri partar í pakkanum, og tí hevur samgongan slept ætlanini um at fáa hann samtyktan. Hann fellur tí burtur, tí tingsetan er av, og kann í frægasta føri vera lagdur fram aftur í ólavsøkutingsetuni.
Um so er, verður tað í øllum førum í broyttum líki samanborið við tað, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevði snikkað saman.
Síðani er Jørgen Niclasen farin frá landsstýrismaður í fíggjarmálum, og Uni Rasmussen hevur tikið við. Boðini frá nýggja landsstýrismanninum vóru beinanvegin, at hann ikki fór at koma við broytingum í pakkanum, tí tað mátti Løgtingið gera.
Drúgv nevndarviðgerð
Nevndarviðgerðin í fíggjarnevndini hevur verið drúgv, og nevndin hevur í tveimum førum biðið um longda freist. Hóast hetta, kom pakkin ongantíð úr aftur fíggjarnevndini.
Vit fara at rógva aftur á aftur og hyggja at, hvat var í pakkanum, sum var lagdur fyri tingið í desember.
Vit hava ein eygleiðara við okkum, sum fer at koma við einum boði uppá, hví samferðslupakkin ikki bar á mál. Síðani fáa vit nakrar politikarar í útvarpsstovuna at skifta orð um pakkan, og hví hann ikki kom aftur til viðgerðar í Løgtinginum.
Breddin í útvarpinum klokkan 10.



























