Hellutangi ongar avleiðingar fyri havumhvørvið

Hellutangi ongar avleiðingar fyri havumhvørvið
Í løtuni eru ongar ætlanir um at seta eina tíðarfreist fyri at fáa vrakið av Hellutanga tikið upp
Hellutangi er ikki til ampa fyri fiskiskap og skipaferðslu, sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, í svari til Hervør Pálsdóttur, løgtingskvinnu.
 
11.05.2022 - 11:02

Fóðurflakin Hellutangi fer ikki at hava serligar avleiðingar fyri havumhvørvið. 

Lítil ella eingin olja ella onnur dálkandi evni vóru umborð, tá Hellutangi fór á land á Víkum 5.apríl í fjør.

Hellutangi er heldur ikki til ampa fyri fiskiskap og skipaferðslu. 

Tað sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, í svari til Hervør Pálsdóttur, løgtingskvinnu.

 

Eingin tíðarfreist

Hann sigur, at partafelagið Luna og Umhvørvisstovan fara at tosa um Hellutanga í næstum. 

Í løtuni eru ongar ætlanir um at seta eina tíðarfreist fyri at fáa vrakið av Hellutanga tikið upp.

Umhvørvisstovan veit ikki, um kannað er, hvørji árin, óhappið á Víkum hevur, sigur Magnus Rasmussen.

Hann sigur, at í løtuni eru ongar ítøkiligar ætlanir um at friða økið á Víkum ella at lýsa tað sum tjóðgarð. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012