Ivasemi um NATO limaskap

Ivasemi um NATO limaskap
Hóast Finnland í gjár læt væl at vánunum fyri, at bæði Svøríki og Finnland fara at fáa limaskap í NATO innan leingi, eru svenskarar ikki so bjartskygdir.
 
29.05.2022 - 11:46

Reuters-tíðindastovan veit frá svenskum keldum at siga, at tingingarnar millum Svøríki og NATO síðstu dagarnar einki hava flutt.

Ikki ger tað støðuna frægari, at turkiskir miðlar hava skírt svenskar politikarar við kurdiskari bakgrund fyri at hava samband við kurdiska loysingarfelagsskapin, PKK, sum verður mettur sum ein yvirgangsfelagsskapur.

Ein teirra er svenska ES-tingkvinnan, Evin Incir, úr svenska javnaðarflokkinum, ið saman við fýra øðrum verður løgd undir at hava stríðst fyri PKK.

- Eg eri bæði sárað og óð um hesar lygnirnar, ið verða førdar fram, tí tær kunnu ikki góðtakst, sigur hon við svenska útvarpið.

Eisini svenski uttanríkisráðharrin, Ann Linde, vísir avgjørt turkisku skuldsetingunum aftur:

- Hetta eru álvarsligar ákærur, sum eru ógrundaðar, tí harðskapur og yvirgangur eigur einki pláss í okkara demokratiska samfelag, skrivar hon á Twitter.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576