Eurovisjón-steypið selt fyri at fíggja dronur til ukrainska herin

bannari
Eurovisjón-steypið selt fyri at fíggja dronur til ukrainska herin
Kalush Orchestra, ið vann Eurovisjón-sangkappingina í ár, hevur selt steypið, bólkurin fekk, fyri seks milliónir krónur. Peningurin skal brúkast til at fíggja kríggið
Kalush Orchestra eftir sigurin í Eurovisjón-sangkappingini í ár
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
30.05.2022 - 10:09

Herfyri vann ukrainski tónleikabólkurin Kalush Orchestra Eurovisjón-sangkappingin, sum í ár varð hildin í Italia, við sanginum "Stefania". 

Nú hevur bólkurin slet vinnarasteypið í eini roynd at hjálpa Ukraina við at fíggja kríggið móti Russlandi, sum hevur gjørt innrás í Ukraina, skrivar BBC á heimasíðuni. 

Krystall-mikrofinin, sum bólkurin fekk fyri sigurin í kendu sangkappingini, varð seld á uppboðið á Facebook fyri 900.000 dollarar við tí fyri eyga, at keypa dronur til ukrainska herin. 

 

Kríggið má ongantíð blíva ein vani

Sølan sampakkaði við, at bólkurin upptraðkaði á eini konsert, sum bleiv hildin við Brandenburg portrið í Berlin, har endamálið var at savna pening til til heilsuverkið í Ukraina. 

Oleh Psiku, ið er ein av limunum í Kalush Orchestra, segði í sambandi við konsertina, at tað var umráðandi, at fólk ikki venja seg við kríggið í Ukraina, sum higartil hevur kostað 4.000 sivilum lívið, og sum hevur gjørt, at 14 milliónir ukrainar hava verið noydd at flýggja úr heimlandinum. 

"Eg haldi, at kríggið skal vera forsíðutíðindi, og á øllum tíðindabreddum, inntil friður aftur valdar í Ukraina," segði Psiuk. Sangurin "Stefania" var skrivaður fyri at heiðra mammu Psiku. 

Ukrainski sjónvarpsverturin Serhiy Prytula segði, at peningurin frá søluni av Eurovisjón-steypinum skuldi brúkast til at keypa tríggjar ukrainskar PD-2 dronur. 

Dronur verða nógv brúktar av bæði ukrainska og russiaka herinum, bæði sum vápn og sum eftirlitisflogfør. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andaktin 2.jóladag
201980
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871
Hósdag 25. desember
Andaktin 1.jóladag
201981