Pubbin á Tvøroyri letur nú aftur

Pubbin á Tvøroyri letur nú aftur
Kommunan eigur bygningarnar, har pubbin hevur hildið til.
Seinasta ølin er skonkt í Pubbin á Tvøroyri, nú víðagitna staðið letur aftur
Mynd: savnsmynd  
 
30.05.2022 - 15:08

Sambært Dimmalætting, letur Pubbin á Tvøroyri nú aftur. 

Kommunan eigur bygningarnar hjá Kongaliga einahandlinum, har pubbin hevur hildið til, og tey sum hava staðið fyri pubbini hava ikki biðið um at leingja sáttmálan við Tvøroyrar Kommunu. Sáttmálin gongur tí út nú um mánaðarskifti.

Eigararnir upplýsa fyri Dimmalætting, at tað er ivasamt um pubbin letur upp í øðrum hølum, tí er mest sannlíkt, at lykilin á pubbini er snaraður um fyri seinastu ferð.

Fríggjakvøldið var mentanarnátt á Tvøroyri, og tá varð sagt farvæl á pubbini. Heilt nógv fólk løgdu leiðina fram við á pubbini.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Fríggjadag 30. oktober
Veðrið
215674