Løgreglan eftirlýsir 12 ára gamlan drong

Løgreglan eftirlýsir 12 ára gamlan drong
12 ára gamli Amen Zelealem Kassa var seinast sæddur í Norðragøtu í gjárkvøldið
 
03.06.2022 - 12:32

Løgreglan eftirlýsir ein 12 ára gamlan drong, sum ikki er sæddur síðani nátturðatíð í gjárkvøldið. 

Hann er seinast sæddur í Norðragøtu.

Talan er um Amen Zelealem Kassa. 

Drongurin er 160 cm høgur, og er klænur á vøkstri. Hann hevur stutt myrkt krúllut hár. 

Hann var í gráum jakka, svartari hettutroyggju, svørtum buksum og í svørtum Nike-skóm. 

Løgreglan vil fegin frætta frá fólki, sum halda seg hava sæð hann, og tey kunnu ringja til løgregluna, tlf. 114

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961