- Tíðindi, mentan og ítróttur
Íslendskir seyðabøndur illa sperdir
Íslendskir seyðabøndur illa sperdir
Tað kemur illa við hjá íslendskum seyðabóndum, at innfluttu tøðini í ár eru dýrkað næstan 100 prosent.

04.06.2022 - 13:52
Íslendska ríkisvarpið veit at siga, at dømi eru um seyðabøndur, sum í vár slett ikki hava brúkt innflutt tøð, tí tey eru so dýr.
Umráðandi er at hava gott feitilendi, skal skurðurin í heyst roynast nóg væl, men tað stendur á hjá fleiri av bóndunum.
Sigurgeir Hreinsson, stjóri í búnaðarfelagnum á Eyjafirði, sigur við RÚV, at støðan hjá summum bóndum er so mikið álvarsliga, at teir kunnu verða noyddir at kasta frá sær.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























