- Tíðindi, mentan og ítróttur
Byrgingin í Heygadali tømd

– Sílini eru send til Salmon Proteins á Eiði, sum tekur sær av at beina tey burtur, sigur Jóhan í Niðristovu, stjóri í Røkt, við vp.fo.
– Hetta hevur verið eitt langt og møðsamt stríð, og vit royndu til tað allar seinasta, men nú hava vit lagt hetta afturum okkum og líta frameftir, leggur stjórin í Røkt aftrat.
SEV hevur tømt byrgingina, tí regluligt eftirlit og viðlíkahald skal gerast.
Landsstýrið gjørdi í 2000 av, at øll aling á vøtnum og í byrgingum í Føroyum skuldi steðgast fyri at tryggja nøktandi sjúkufyribyrging, men Røkt hevur havt undantaksloyvi til smáar nøgdir av sílum í byrgingini í Heygadali.
Ikki fyrr enn fyri kortum var ein avgerð hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni frá 2021 endaliga staðfest av landsstýrismanninum í umhvørvis- og vinnumálum, so sílini máttu avlívast og aliútgerðin ruddast burtur.



























