ES bannar bensin- og dieselbilum í 2035

ES bannar bensin- og dieselbilum í 2035
Útlátið frá bilum skal minka 50 prosent fyri 2030 og 90 prosent fyri 2035
Forboð verður sett fyri bensin- og dieselbilum í ES í 2035.
 
09.06.2022 - 09:03

ES-tingið vil banna øllum bensin- og dieselbilum í framtíðini.

Hóast stóra, konservativa mótstøðu, samtyktið ES-tingið í gjár eitt uppskot frá ES-nevndini, hvørs endamál er at banna øllum bilum, ið dálka við CO2, eftir 2035.

ES-nevndin legði í fjør fram eitt uppskot um at banna allari sølu av nýggjum bensin- og dieselbilum, skriva Ritzau og AFP.

Uppskotið er liður í einari ætlan at minka útlátið frá bilum 50 prosent fyri 2030 og  90 prosent fyri 2035.

 

Uppskot frá konservativu flokkunum fall

EFP, sum er tann størsti bólkurin av konservativum flokkum í ES-tinginum, fekk ikki meiriluta fyri einum uppskoti um, at tað skal vera loyvt at selja hybridbilar, sum bæði eru riknir við brennievni og el-megi, eisini eftir 2035.

ES-tingið skal nú skipa fyri samráðingum millum limalondini í eini roynd at fáa limalondini at stuðla nýggju lóggávuni, áðrenn hon kemur í gildi.

12 prosent av samlaða útlátinum í teimum 27 limalondunum í ES kemur frá bilum, og tilsamans kemur ein fjórðingur av útlátinum frá flutningsvinnuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436