Húsarhaldsskúlin verður dýrari enn mett

Húsarhaldsskúlin verður dýrari enn mett
21 mió. kr. eru jattaðar, men tað er ov lítið, og tí má heimildarlógin broytast, sigur landsstýrismaðurin í mentamálum
Næmingar og lærar á Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík hava bíðað eftir betri hølisumstøðum, men tað dregur út.
 
09.06.2022 - 08:24

Húsarhaldsskúlin í Klaksvík er sambært tilboðunum dýrari enn kostnaðarmetingin sigur.

Tí er arbeiðið ikki byrjað.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinna, spurdi, hví spakin ikki settur í har, sum Húsarhaldsskúlin skal byggjast.

Jenis av Rana, landsstýrismaður, svarar, at byggingin hevur ikki fingið tilsøgn um stuðul úr landsstýrinum.

Landsstýrismaðurin hevur fingið loyvi til at lata 21 mió. kr. í stuðli.  

 

Nýggi húsarhaldsskúlin í Klaksvík verður dýrari enn mett, og skal verkætlanin fremjast, mugu fleiri pengar játtast.

 

Neyðugt at broyta lógina

Hetta er ov lítið. Neyðugt verður at broyta heimildarlógina, um verkætlanin skal fremjast fyri nýggja kostnaðin.

Umframt endaliga byggikostnaðin eru onnur ivamál, sum Uttanríkis- og Mentamálaráðið vil hava fulla greiðu á, áðrenn tilsøgn um stuðul verður givin. 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir spurdi 6.apríl um húsarhaldsskúlan.

Tá svaraði Jenis av Rana, at spakin bleiv settur í skjótt. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203