Samgongan hjá Macron misti meirilutan

Samgongan hjá Macron misti meirilutan
Eygleiðarar vænta, at tað verður torført hjá forsetanum at reka politikkin, sum hann ætlaði sær
Fronsku forsetahjúnini á vali í gjár. Úrslitið var, at samgongan hjá Macron misti meirilutan.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
20.06.2022 - 08:19

Samgongan hjá franska forsetanum, Macron, Ensemble, misti meirilutan á tjóðartingsvalinum í gjár. Samgongan fekk 245 umboð, og tað er ikki nóg mikið fyri at varðveita meirilutan.

Tað skrivar Ritzau, sambært AFP.

Franska innanríkisráðið almannakunngjørdi úrslitið, og samgongan hjá Macron, forseta, er langt frá meirilutanum, við 245 av teimum 577 sessunum í tjóðartinginum.

Argasti kappingarneytin hjá Macron, Marine Le Pen, og hennara flokkur, Tjóðskaparlig savning, fekk 89 sessir, meir enn tíggju ferðir so nógv umboð sum nú.

Samgongan hjá Macron, sum fekk 245 sessir, hevur kortini flestar sessir í tjóðartinginum, men tríggir av ráðharrunum í stjórnini høvdu boðað frá, at teir fóru at leggja frá sær, um teir ikki vóru valdir í tjóðartingið.

Eygleiðarar siga, at tað verður torført hjá Macron, forseta, at reka politikkin, sum hann ætlaði sær, við so lítlari undirtøku.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817