Amerikanskur kavbátur aftur í Nólsoyarfirði

Amerikanskur kavbátur aftur í Nólsoyarfirði
Kavbáturin er komin í fjørðin at skifta manning
Hetta er onnur ferðin, at USS John Warner er í Nólsoyafirði og skiftir fólk. Henda myndin var tikin, tá hann var í Nólsoyarfirði seinast.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.06.2022 - 09:43

Amerikanski kavbáturin, USS John Warner, er fyrrapartin komin í Nólsoyarfjørð.

Tórshavnar havn fekk fráboðan um, at kavbáturin skuldi koma higar, men havnarskrivstovan veit ikki meira enn tað.

Uttanríkis- og Mentamálaráðið sigur, at kavbáturin er her, tí manningin skal skiftast.

Hetta er aðru ferð, at kavbáturin er í Nólsoyarfirði, sigur ráðið.

Kavbáturin, USS John Warner, er kjarnorkurikin, hann er bygdur í 2015, og er 115 metrar langur.

Fyri løtu síðani var hann staddur millum Stong og Eystnes.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. juli
Radio Stjernekilde - Partur 9
209137
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf kvinnur
211090
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 14-16
211086
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir
211084
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf menn
211085
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069