Átrokandi umvælingar neyðugar

Átrokandi umvælingar neyðugar
Brúgvin um Streymin treingir til eina álvarsliga umvæling. Tá ið umvælingarnar eru lidnar, kann hon kanska halda eini 15 ár afturat.
17.07.2026 - 19:24

53 ára gamla Brúgin um Streymin er slitin og illa farin og neygugt er at gera stórar umvælingar. Tað vísa kanningar, sum hollendskir serfrøðingar gjørdu herfyri. 

Landsverk fær endaligu niðurstøðuna 17. august, men longu nú er greitt, at nógv má gerast við brúnna.

22 milliónir eru settar av á fíggjarlógini í ár til umvælingararbeiði og 23 milliónir næsta ár. Sigurð Ó. Vang, deildarleiðari á Verkætlanardeldii hjá Landsverki, væntar, at tað fer at røkka við teimum 45 milliónunum.

Ein serligur byggipallur skal gerast, so at arbeiðast kann undir brúnni.

Allir vanligr bilar, lastbilar og trailarar kunnu koyra á brúnni, men ein avmarking er tó á 56 tons. Tað vil millum annað siga, at tung serakfør kunnu ikki koyra á brúnni, og tað fara tey heldur ikki at kunna í framtíðini.

Brúgvin um Streymin hevur ikki langa tíð afturat, kanska bara 15 ár, sigur Sigurð Ó. Vang.

 

  

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065