- Tíðindi, mentan og ítróttur
G! 2026: Eg vil liva

So er tað enn einaferð staðfest við sjeytumma-seymi: Um føroyingar í stórum tali skulu tíma at fara á føtur og flyta seg til eina konsert á einum festivali at lurta, so skulu teir vita sær, at tað er ein hampiliga stórur møguleiki fyri, at teir kunnu syngja við til sangirnar
Summarfestivalurin hevur slagorð "Har hittini hittast", meðan G! festivalurin í nógv ár fast hevði eina Sangløtu á skránni. Á Tórsfest er altíð ein All Stars-løta.
Seinnu árini hevur G! snarað konseptinum soleiðis, at tað er eitt fólkakært navn, ið borðreiður við syngið við-løtuni. Eitt árið var tað Hallur Joensen, eitt annað Danny and the Veetos, og í ár var tað so Frændur, sum høvdu fingið tað álitið.
Mynd: Florian Trykowski
Fólk vildu liva
Fólkakæri bólkurin sveik ikki hetta álitið, men gav stóru áhoyrarafjøldina, ið fevndi um øll ættarliðini frá 0 til næstan 100.
Einasta ferð, at Sandurin á G!, sum í ár er rættiliga lítil, higartil hevur verið á kjafti við fólki, var tá Frændur framførdi sínar føroyskar slagarar.
Konsertin staðfesti eisini, at Frændur enn telist millum landsins best umtóktu bólkar.
Mynd: Alessio Mesiano
Bólkurin er føroyska svarið upp á Kim Larsen, tí onkursvegna megna sangirnir hjá Frændum at finna sær veg inn í hjørtunum hjá nýggjum ættarliðum av føroyingum.
Tey ungu hava veruliga tikið tónleikin hjá Eyðuni, Rana og Steintóri til sín. Tey stóðu fremst, tey ungu, og skríggjaðu við til "80ini", "Mítt land", "Eros", "Dupult song", "Til tey stressaðu" og so framvegis.
Mynd: Florian Trykowski
Old sperm
G! festivalurin hevur frá upprunanum verið rættiliga tætt knýttur at amerikonskum rootstónleiki, eitt nú hevur eitt risanavn sum The Blind Boys Of Alabama hevur framført á Sandinum.
Í ár var tað hin sera litríki, dugnaligi, men sanniliga eisini skemtiligi Fantastic Negrito, ið var komin allan vegin úr Oakland í Kalifornia at framføra á G! sín blues, R&B og rootstónleik.
Mynd: Lasse Lagoni
Hann eitur í roynd og veru Xavier Amin Dphrepaulezz,58 ára gamli maðurin við fleiri fjaðrum í hattinum, og skal mann trúgva manninum sjálvum, sum ein kanska hevði eitt sindur torført við til tíðir, so er hann áttandan barn av einum systkinaflokki upp á 18, um eg hoyrdi rætt.
"My father was 63 and my mother 34, so I'm old sperm," tók hann til, áðrenn hann treiv í ein av mongu feitu bluesrokk-sangunum, hann spældi.
Mynd: Florian Trykowski
Áhoyrarafjøldin, ið kundi havt verið størri, svaraði við einum festiligum moshpitti, har tey runnu runt og dansaðu frammanfyri pallin, aftur við tónunum.
Nú hava vit í Føroyum ofta lyndi til rósa og til tíðari skamrósa okkara tónleikarum, sum eru dugnaligir. Men talentmassin í USA er risastórur, og tað merktist á ótrúliga væl spælandi bólkinum hjá Fantastic Negrito, sum uppfann eitt sera snøg nýtt, enskt orð fyri føroyingar: "Farisians". Ja, takk!
Mynd: Alessio Mesiano
Silvur er gull
Hóast høvuðsnøvnini á Sandinum fríggjadagin onkursvegna peikaðu aftur til røturnar, so var eisini nógv, nýggj og spennandi á skránni á Spæliplássinum og í Fjósinum.
Flaggberarin fyri hetta var Silvurdrongur, ið hevði eina útgávukonsert á Spæliplássinum fyri nýggju fløguna "Bønir", sum ikki hevur sæð sín líka áður.
Mynd: Rolf Meldgaard
Har var so nógv á skránni, og ikki alt riggaði eins væl, men byrjanini, har Silvurdrongur rappaði/messaði/prátaði afturvið tónunum hjá sera dugnaliga kvartettini Kalas var ómentaliga vøkur. Miðróðurin og endaspurturin saman við hettarher og einum kór við okkara bestu songkvinnum vóru sterkir.
Mynd: Lasse Lagoni
Uttan mun til, hvat ein helt um konsertina hjá Silvurdrongi, so kann eg lova fólki eitt: Tey, ið vóru har, gloyma hana ikki aftur.
Mynd: Alessio Messiano
Og stórt rós til Silvurdrong fyri at vilja hava fólk at taka støðu til listina og sína samtíð.
Mynd: Lykke Nielsen
Eisini Telemama hugtók fólk við einari fínari framfrøslu í Fjósinum, og tað er lítið at ivast í, at um eitt ár, so stendur Telemama nokk á Spæliplássinum og kanska spælir fyrstu konsertina á G! 2027.
Mynd: Rolf Meldgaard
Meðan Frændur spældi slagarar á Sandinum, so kundi tey, ið kanska ikki tímdu tað, fara inn í Fjósið at hoyra døkt rapp innan av eystara armi á Skálafjørðinum við Bolstad.
Mynd: Florian Trykowski
Tá eitt av altjóða høvuðsnøvnunum, enski Irah, mátti geva avboð vegna álvarsama sjúku, so fall tað føroyska Marius DC í lut at fylla plássið eftir Irah í skránni. Og tað gjørdi ungi havnarmaðurin til UG.
Marius bergtók við einari sterkari framførslu, har hann hevði boðið nøkur av okkara fremstu tónlistafólkum við á pallin, eitt nú Daniu O. Tausen, Hans Marius Ziska og Guðrið Hansdóttir.
Mynd: Florian Trykowski
Nógvar eru meiningarnar um Marius DC og hansara tónlist. Alt gott um tað. Men eingin kann seta spurnartekin við evnini og áræði hjá unga manninum, ið ognartók stóra pallin á Sandinum.
Eg haldi, at vit føroyingar skulu vera góð við Marius DC, tí hann er faninme dugnaligur, og Harrin skal vita, at tað er ikki lætt at vilja tónleikin so nógv, at tú roynir at liva av henni.
Mynd: Florian Trykowski
Í fjør átti Tunghoyrt fyrsta brestin á G! festivalinum, tá teir spældu fyrstu konsertina á festivalinum. Í ár átti Tunghoyrt endabrestin fríggjakvøldið, og tað leveraðu ungu menninir við einum braki.
Tað skal vera mín vón, at onkrir útlendingar, ið eru á G!, fara út aftur í heimin og fortelja fólki um føroyska rokk-orkuverkið, Tunghoyrt. Teir eru klárir at loysa frá landi og fara at hertaka heimin.
Aftur brennandi sól
Leygardagurin á G! er longu byrjaður, og enn einaferð er brennandi sól í Syðrugøtu.
G! 2026 fer í søguna sum tann fetivalurin, har best veður hevur verið. Ongantíð áður hevur G! ligið og bakað í sólk í samfullar tríggjar dagar upp á hendan mátan, sum vit hava sæð.
Gaman í, so hevur verið gott veður áður, men hetta veðrið hava vit ikki sæð enn.
Í dag og kvøld kunnu fólk uppliva Clickhaze, Tommy Cash og Ásgeir.









































