Spakin settur í til Sambýlið í Reynstúni á Argjum

Spakin settur í til Sambýlið í Reynstúni á Argjum
Nú er klárt at seta spakan í til sambýlið í Reynstúni á Argjum, og tað verður gjørt seinnapartin týsdagin.
Tekning av sambýlinum í Reynstúni á Argjum.
Mynd: Landsverk  
 
27.06.2022 - 10:23

Stjórin í Landsverki, Sigurd L. Lamhauge, bjóðar vælkomin, og Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður, heldur røðu og loysir síðani fyrsta flagið.

Fyri einum mánað síðani var kunngjørt, at Articon, Maria Poulsen og El.fo skulu gera sambýlið, sum er til fólk við menningartarni og fjølbreki. Talan er um heim til 18 fólk.

Teknistovan MAP arkitektar hevur gjørt verkætlanina. 

Heimið verður beint omanfyri rundkoyringina við Glyvursvegin.

Løgtingið hevur játtað í mesta lagi 54 mió. kr. til sambýlið, sum verður 1.314 fermetrar. 

Bygningurin verður í einari hædd og skipaður í trimum eindum, tvær búeindir og ein felagseind. 

Arbeiðið skal vera liðugt síðst í 2023.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844