Verkfallið hjá SAS útsett

Verkfallið hjá SAS útsett
Um 1.000 flogskiparar hjá SAS fóru ikki í verkfall í nátt, sum væntað. Verkfallið er útsett 72 tímar, men enn eru samráðingarnar ikki komnar á mál.
 
29.06.2022 - 09:14

Um 1.000 flogskiparar hjá SAS fóru ikki í verkfall í nátt, sum væntandi var, og flogførini hjá felagnum flúgva sum vanligt.

Samráðingar eru framvegis, og tí er eitt møguligt verkfall útsett í 72 tímar, upplýsir talskvinnan hjá SAS, Karin Numan, fyri svensku tíðindastovuni, TT.

Norski semingsmaðurin, Mats Wilhelm Ruland, sigur við NTB, at orsøkin til, at verkfallið er útsett, er, at samráðingarnar eru truplar, og at neyðugt er við longri tíð at finna semju.

Danska talskvinnan hjá SAS sigur, at mett verður, at tað fer at bera til at finna semju, so sleppast kann undan verkfalli.

At verkfallið er útsett, merkir eisini, at alt er sum vanligt í trý samdøgur, og at semingsfólkini framvegis vænta at finna semju, sigur danska talskvinnan.

Martin Lindgren, sum er talsmaður fyri svensku flogskipararnar, sigur, at teir hava valt at halda fram við samráðingunum. Og talskvinnan hjá norsku flogskiparunum, Rebecca Rosenvinge, sigur, at partarnir nærkast, men hon vil ikki siga, hvat semja er og kann gerast um, so leingi sum samráðst verður.

Flogskipararnir eru misnøgdir við, at SAS setur flogskiparar í starv í feløgunum SAS Link og SAS Connect, sum fáa lægri løn enn hini.

Finna partarnir ikki semju, so fer eitt verkfall at merkjast hjá 30.000 fólkum um dagin, boðaði SAS frá í gjárkvøldið, skrivar Ritzau.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083