Thulesen Dahl farin úr DF

Thulesen Dahl farin úr DF
Fyrrverandi formaðurín Danska Fólkaflokkinum, Kristian Thulesen Dahl, boðaði mikukvøldið frá, at hann hevur tikið seg úr flokkinum.
 
30.06.2022 - 09:31

Kristian Thulesen Dahl, fyrrverandi formaður í Danska Fólkaflokkinum, boðaði í gjárkvøldið frá, at hann tekur seg úr flokkinum. 

Thulesen Dahl var við til at stovna flokkin í 1995, og í 2012 gjørdist hann formaður eftir Pia Kjærsgaard. 

Ósemja tók seg upp í flokkinum, tá Morten Messerschnmidt varð valdur til formann í flokkinum 23. januar í ár. Og síðani tá eru nógvir fólkatingslimir farnir úr flokkinum. Síðani februar hava 7 fólkatingslimir tikið seg úr flokkinum, og nú eru bert fimm fólkatingslimir eftir í Danska Fólkaflokkinum.

- Eg eri ikki farin úr flokkinum, tí eg allatíð havi havt vónina um, at vit kunnu loysa hesar trupulleikar, sum eftir øllum at døma eru í flokkinum. At vit í flokkinum kundu finna hvønn aftur og viðurkenna, at flokkurin er á skeivari kós. Men hetta hendi ikki. Og tí er eingin annar vegur, enn at eg taki meg úr flokkinum, sigur Thulesen Dahl. 

Nú verður dúgliga gitt um politisku framtíðina hjá Kristiani Thulesen Dahl, og um hann gevst í politikki, ella um hann fer upp í flokkin, Danmarkardemokratarnar, sum fyrrverandi ráðharrin, Inger Støjberg, er í ferð við at stovna.

Hann vil fyribils ikki siga nakað um, hvussu framtíðin verður.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096