Danska løgreglan: Fleiri eru deyð

Danska løgreglan: Fleiri eru deyð
Fleiri fólk eru deyð í skottilburðinum í Fields á Amager í kvøld, váttaði danska løgreglan á tíðindafundi. Brotsmaðurin, ið er handtikin, er ein 22 ára gamal dani
 
03.07.2022 - 19:46

Danska løgreglan váttar nú, at fleiri fólk eru deyð, og nógv eru løstað í skottilburðinum í Fields í kvøld. 

Ein maður er handtikin, og talan er um ein 22 ára gamlan dana. 

Løgreglan boðaði frá, at fráboðanin um skottilburðin kom klokkan 17.30 danska tíð í kvøld, og at løgreglan fór mannsterk á staðið. 

Løgreglan vil eisini gjarna frætta frá fólki, sum hava sæð okkurt, ella hava upptøkur av tilburðinum. 

Løgreglan heitir eisini á fólk, sum hava verið í Fields, um at boða sínum avvarandi frá, at tey hava tað gott. 

Ongar ábending um, at fleiri fólk hava luttikið í álopinum, og at maðurin tykist hava staðið fyri álopinum einsamallur. 

Løgreglan vil tó ikki útihýsa, at talan er um eitt yvirgangsálop. 

Men løgregluovastin, Søren Thomassen, ásannaði, at tað vóru nógvir leysir endar, og hann frámælti, at fólk fóru á staðið. Og tey, ið vóru á Amager, eiga at sleppa sær burtur frá staðnum. 

Løgreglan er mannsterk kring fólk í Royal Arena, har Harry Styles skuldi spæla konsert í kvøld. Enn er óvist, um konsertin verður hildin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096