Russiskur býur álopin

Russiskur býur álopin
Spreingingar í russiska býnum, Belgorod, hava í dag kravt í minsta lagi trý mannalív og oyðilagt 11 íbúðarbygningar og 39 sethús
 
03.07.2022 - 15:32

Vjatjeslav Gladkov, guvernørur í økinum sigur, at orsøkin til hendingina verður kannað.

Belgorod liggur nærhendis markið til Ukraina, og Gladkov hevur áður lagt Ukraina undir at senda hernaðartyrlur um markið at leypa á goymslur við brennievni.

Tað var 1. apríl, men sambært DR er hetta hvørki váttað av russisku ella ukrainsku stjórnini.

Russiski politikarin, Andrej Klishas, leggur Ukraina undir at hava lopið á Belgorod og sigur, at hetta eigur at fáa hernaðarligar avleiðingar.

Sambært tíðindastovuni Reuters hevur Ukraina ikki viðmerkt hendingina, og upplýsingarnir eru ikki váttaðar av óheftum keldum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815