Játtar seg sekan

Játtar seg sekan
21-ára gamli maðurin, sum er undir illgruna fyri at hava skotið og dripið sjey fólk til eitt hátíðarhald í einari park í býnum Chicago, hevur játtað seg sekan
Minningarhald fyri teimum, ið lótu lív í skottilburðinum í Highland Park tann 4. juli.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
07.07.2022 - 15:11

21-ára gamli maðurin, sum longu var undir illgruna fyri at hava dripið sjey fólk og særd fleiri onnur, hevur nú játtað seg sekan, tað skrivar Reuters. 

Mánadagin 4. juli, sum er amerikanski frælsisdagurin, var hátíðarhald í einari park í Highland Park, ein forstaður til amerikanska býin Chicago, har nógv fólk vóru savnað. 

21-ára gamli brotsmaðurin, Robert E. Crimo, stóð á einari tekju tætt við viðarlundina, tá hann skeyt eftir mannamúgvuni í parkini. Sjey fólk doyðu, og 47 onnur vóru særd. 

Robert E. Crimo

Caption: 
Robert E. Crimo hevur játtað seg sekan í at hava skotið frá hond og dripið sjey fólk í Highland Park tann 4. juli.

Sambært løgregluni vóru yvir 70 skot skotin. Myndugleikarnir siga, at Crimo hevði fyrireikað álopið leingi. 

Robert E. Crimo er nú ákærdur fyri sjey dráp, men væntað verður, at fleiri ákærur leggjast afturat. 

Sambært løgregluni, hevði Crimo ætlanir um at fremja enn eitt álop, tá hann rýmdi frá parkini, men Crimo bleiv steðgaður av løgregluni áðrenn. 

Enn er einki, sum bendir á, at álopið var politiskt ella rasistiskt motiverað. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. januar
Jambalaja - 100126
202485
Leygardag 10. januar
Upp á tá - 090126
202480
Leygardag 10. januar
Vikugesturin: Mitt í tónleikinum
202479
Leygardag 10. januar
Vikan 10. januar 2026
202471
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429
Fríggjadag 9. januar
Veðrið
202459
Hósdag 8. januar
Margreta - teknmálstulkað
202400
Hósdag 8. januar
Veðrið
202397
Mikudag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202341