Ávara móti at lata kjarnorkuverk aftur

bannari
Ávara móti at lata kjarnorkuverk aftur
Altjóða orkustovnurin, IEA, ávarar nú lond í Evropa ímóti at steingja kjarnorkuverkini, sum tey hava, tí tørvur kann vera á orku, um Russland steingir fyri allari gassveiting.
 
12.07.2022 - 10:23

Fatih Birol, sum er stjóri í altjóða orkustovninum, IEA, sigur, at útlit eru til, at Russland fer at steingja fyri allari gassveiting til Evropa, tá veturin stundar til. Tí eiga londini at fyrireika seg til tað, sigur hann við Financial Times.

Ávaringin er serliga vend ímóti Týsklandi, sum hevur boðað frá, at øll kjarnorkuverk í landinum verða latin aftur í hesum árinum. Og hóast kríggj er í Ukraina, so er tann avgerðin ikki broytt.

Fatih Birol, stjóri í IEA, sigur, at eingi lond eiga at lata kjarnorkuverkini aftur, sum støðan er, tí tað kann koma teimum aftur um brekku.

Birol heldur, at tað kann illa góðtakast, at nøkur lond í Europa hava gjørt av at lata illa dálkandi kolaverkini aftur, tí tey eru neyðug fyri at nøkta orkutørvin, og so mugu fólk gera sær greitt, at talan er um eina fyribilsloysn fyri at nøkta orkutørvin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891