Traktorsdekk á sjónum

Traktorsdekk á sjónum
Seinnapartin í gjár boðaði Norrøna frá einum reka eystan úr Borðuni. Tá Tjaldrið kom á staðið, vísti tað seg, at talan var um eitt traktorsdekk.
 
14.07.2022 - 10:19

Seinnapartin í gjár boðaði Norrøna frá einum reka fýra fjórðingar í ein landssynnning eystan úr Borðuni.

Tjaldrið fór á staðið. Tað vísti seg, at rekin var eitt traktorsdekk.

Strandfaraskipið Hasfjord kom aftur í sigling nú í vikuni, eftir at skipið fekk júst eitt traktorsdekk um skrúvuna í innsiglingini í Skopun. Tað var 10. mai.

Neyðugt var at taka Hasfjord úr siglingini, tí koblingin skuldi skiftast.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628