Myndir: Nýtt býarrúm og nýggj staðseting til Nólsoyar Páll

Myndir: Nýtt býarrúm og nýggj staðseting til Nólsoyar Páll
Í morgun var hátíðarhald, tá nýggja býarrúmið í Vágsbotni varð tikið alment í nýtslu, og nýggja staðsetingin hjá Nólsoyar Pálli eisini bleiv avdúkað
Her stendur Nólsoyar Páll. Staðsetingin varð avdúkað til hátíðarhald í morgun, sum skilmarkaði, at nýggja býarrúmið í Vágsbotni varð tikið alment í nýtslu
Mynd: Ólavur Frederiksen  
 
22.07.2022 - 14:29

Myndir: Ólavur Frederiksen

Nógv fólk vóru komin saman í góðveðrinum, tá nútímansgerðin av økinum í Vágsbotni varð tikin alment í nýtslu og nýggja staðsetingin av standmyndini av Nólsoyar Pálli avdúkað.

"Endamálið er at nútímansgera alt torgið í Vágsbotni, so umstøðurnar at keypa og selja í Vágsbotni gerast enn betri, samstundis sum betri rúmd verður fyri mentanarligum tiltøkum," segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, í síni røðu. 

Í royndarverkætlanini er vegurin í Vágsbotni umskipaður í ein boga út um eitt nýtt uppihaldstorg mitt í økinum.

Stórt harmonikulið spældi undir til tiltakið. 

"Vit royna nú nakrar býarskipanarligar leistir í verki, ið koma at verða leiðbeinandi fyri, hvørji langsiktað inntriv verða mett at gagna økinum sum eitt alment býarrúm til trivnað og uppihald," segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá hann alment læt nýggja býarrúmið í Vágsbotni upp í morgun.

Sølubásar og framsýningarhjallar eru komnir.

Nú stendur Nólsoyar Páll aftur í Vágsbotni, og nýggja staðsetingin er funnin í samráði við myndhøggaran, Hans Paula Olsen. 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, gjørdi vart við, at hetta er fyrsta byggistig, og til ber hjá fólki at síggja á uppsløgunum í Vágsbotni, hvussu alt fer at síggja út, tá prosjektið er liðugt.

Eitt nú verður ein træbryggja gjørd rundan um standmyndina, so hon sæst úr øllum heraðshornum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Fríggjadag 30. oktober
Veðrið
215674