Ukraina: Russland bumbað týdningarmiklar havnir fyri kornútflutning

bannari
Ukraina: Russland bumbað týdningarmiklar havnir fyri kornútflutning
Russiskar rakettir hava í dag eftir øllum at døma rakt havnina í ukrainska býnum Odesa, sum er týdningarmikil fyri kornútflutningin í landinum
Savnsmynd, tá ið korn verður útflutt úr Ukraina. Nú hava russar bumbað tvær havnir í Odesa, til tess at forða fyri, at kornið kann útflytast
 
23.07.2022 - 15:04

Tvær rakettir vórðu skotnar niður og tvær aðrar raktu havnina í býnum, ljóðar í fráboðanini frá ukrainska herinum, sum kom á døgurða okkara tíð.

Uppáhaldið hjá Ukraina kemur dagin eftir, at Russland og Ukraina undirskrivaðu eina avtalu um kornútflutning, skrivar tíðindastovan, Ritzau.

Havnarbýurin, Odesa, er týdningarmikil fyri kornútflutningin hjá Ukraina, og tað kemur tí dátt við hjá landinum, um havnin er rakt.

Semja um útflutning undirskrivað í gjár

Aðalskrivarin í ST, António Guterres, segði í gjár á einum hátíðarhaldi í Turkalandi, at Russland og Ukraina eru samd um eina avtalu, ið skal seta ferð á útflutningin av korni aftur.

Hetta merkir, at tað aftur verður latið upp fyri hveitiútflutningi úr Odesa og tveimum øðrum havnarbýum í Ukraina, Tjernomorsk og Pivdennyj.

Skipaflotin hjá Russlandi hevur síðani innrásina forðað fyri, at korn úr Ukraina kann útflytast í havnarbýum við Svartahavið. Fleiri milliónir tons hava síðani tá ligið á goymslum í havnunum, í vanda fyri at fara fyri skeytið.

Prísurin kavaði í gjár

Tað hevur gjørt ilt verri, gjørt sannlíkindini fyri eini matvørukreppu í heiminum størri og eisini gjørt, at prísurin á matvørum og orku í øllum heiminum er farin upp.

Prísurin á hveiti fór í gjár heilt niður á sama støði, sum undan russisku innrásini í februar, tá ið avtalan um kornútflutning varð kunngjørd í gjár.

Bæði Ukraina og Russland teljast millum størstu hveitiútflutningslond í heiminun. Áðrenn kríggið byrjaði, kom umleið 30 prosent av øllum kornútflutninginum frá teimum báðum londunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203