- Tíðindi, mentan og ítróttur
Telvararnir byrjaðu væl

Teir, sum mannaðu føroyska liðið í gjár, vóru Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft og John Rødgaard, meðan Luitjen Akselsson Apol sat yvir fyrsta umfarið.
Sigurin var væntaða úrslitið, tí Føroyar, sum eru styrkismettar sum nummar 60 av teimum 188 tjóðunum í talvolympiaduni, hava ofta áður vunnið á San Marino, sum er styrkimett sum nummar 154.
Í dag telva Føroyar ímóti Uzbekistan, sum er munandi sterkari mótstøða.
Á uzbekiska liðnum er millum annað heimsmeistarin í kviktalvi, Abdusattorov Nodirbek, sum telvar á fyrsta borði, og venjari og liðformaður er føroyavinurin, Ivan Sokolov.
Tilsamans eru ellivu umfør í talvolympiaduni, sum er í indiska býnum Chennai.


























