Herjólfur kann sigla alt samdøgrið

Herjólfur kann sigla alt samdøgrið
Løgtingið hevur samtykt at játta góðar tríggjar milliónir kr. til olju og manning
Herjólfur III liggur á skipasmiðjuni á Skála, har hann verður gjørdur klárur til siglingina.
 
05.08.2022 - 08:28

Strandferðslan hevur nú fingið pening, so Herjólfur III kann sigla alt samdøgrið, tá hann skal sigla fyri Smyril í 40 dagar.

Smyril fer í dokk í Danmark um tvær vikur, tann 19.august. 

Løgtingið játtaði í gjár 3,2 mió. kr. til olju og manning hjá Herjólfi III.

 

42 tímar um vikuna

Ætlanin er, at Herjólfur siglir 42 túrar um vikuna, tá hann skal sigla fyri Smyril. Hetta eru seks túrar fleiri enn upprunaliga ætlað. Siglt verður við farmi um náttina.

Ferðaætlanin hjá Herjólfi III kemur út í dag, hevur  Strandferðslan boðað frá.

Herjólfur III liggur framvegis við skipasmiðjuni hjá Mest á Skála, har hann verður gjørdur klárur til suðuroyarsiglingina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. juli
Lívia Mattos í løtuni á G!
194633
Hósdag 17. juli
Orknleikir '25 #3
194624
Hósdag 17. juli
Benjamin Rajani & Jónas Gaard á G!
194619
Mikudag 16. juli
3-2
194579
Mikudag 16. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194550