Føroyar taptu seinasta umfar og endaðu á 108. plássi

Føroyar taptu seinasta umfar og endaðu á 108. plássi
Usbekistan vann talvolympiaduna í India, og tað er einki minni enn ein stórhending
Føroyar og Uganda í seinasta umfari í dag. Fremst John Rødgaard, Rógvi Egilstoft, Høgni Egilstoft Nielsen og Helgi Dam Ziska.
 
09.08.2022 - 15:19

Føroyar taptu 3-1 fyri Uganda í ellinta og seinasta umfari á talvolympiaduni í India í dag.

Føroysku telvararnir høvdu hægri styrkital á øllum fýra borðum móti Uganda, men ongum eydnaðist at vinna. 

Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen telvaðu javnt á ovaru borðunum, men á niðaru borðunum taptu Rógvi Egilstoft og John Rødgaard. 

 

Endaðu sum nummar 108

Ósigurin ber í sær, at Føroyar enda nummar 108 av teimum 188 liðunum í almennu kappingini. Vit vóru styrkismettir nummar 60.

Føroyar vunnu fýra dystir, taptu fimm og spældu tveir javnar. Vit fingu tíggju dystarstig í alt. 

Vit møttu bara trimum liðum, sum vóru styrkismett ovari enn vit. Fýra ferðir møttu vit liðum, styrkismett niðari enn vit, uttan at vinna.

Allir á føroyska liðnum ganga aftur í rating. Luitjen Akselsson Apol missir 110 stig, John Rødgaard 43, Høgni Egilstoft Nielsen 20, Rógvi Egilstoft 10, og Helgi Dam Ziska missir 6 ratingstig.

Einstøku úrslitini hjá føroysku telvarunum vóru hesi:

 

1. Helgi Dam Ziska 7/10

2. Høgni Egilstoft Nielsen 4½/10

3. Rógvi Egilstoft 5½/9

4. John Rødgaard 3½/9

5. Luitjen Akselsson Apol 1/6

 

Ivan Sokolov, ið sæst standandi á gólvinum, leiddi Usbekistan til mest óvæntaða OL-sigurin í talvi nakrantíð. Sokolov virkaði eitt skifti í 90-unum sum venjari hjá Havnar Telvingarfelag.

 

Usbekistan vann

Tað er einki minni enn ein stórhending, at Usbekistan hevur vunnið talvolympiaduna. 

Teir vóru styrkismettir nummar 14, men hava tikið øll á bóli. Teir eru ósigraðir í kappingini. Móti báðum indisku liðunum og USA var javnleikur 2-2, hinar dystirnar vunnu teir allar, m.a. 4-0 á Føroyum í øðrum umfari.

Venjari og úttøkumaður hjá usbekiska landsliðnum er Ivan Sokolov, sum fleiri ferðir var í Føroyum í 90-árunum.

Møguleikin fyri einum nýggjum OL-gullvinnara var til staðar, nú tveir av størstu favorittunum, Russland og Kina, ikki vóru við í India. Altjóða talvsambandið, FIDE, hevur boykottað Russland vegna kríggið í Ukraina.  Kina, sum vann OL seinast, tykist hava givið avboð í samhuga við Russlandi.

 

Moldava nummar seks

Ein onnur sólskinsøga er framúrskarandi úrslitið hjá Moldova, sum endaði nummar seks. Teir vóru styrkismettir numar 48. Bara ein stórmeistari er á liðnum - Vladimir Hamitevici, sum hevur telvað á 1. borði hjá Klaksvíkar Talvfelag í føroysku landskappingini. Hann var sigursharri í flotta sigrinum á Onglandi í dag, tá hann feldi Luke McShane á 2. borði.

Vánaliga úrslitið hjá Noregi man koma mongum dátt við. Teir vóru styrkismettir nummar trý, høvdu heimsmeistaran, Magnus Carlsen, á 1. borði, men endaðu nummar 59. Carlsen var ikki við í síðsta dystinum í dag. 

 

Úrslit og endaliga støðan:

Usbekistan-Holland 2½-1½

India-USA 2-2

Armenia-Spania 2½-1½

India B.-Týskland 3-1

Ongland-Moldova 1½-2½

 

1. Usbekistan 19 (gull)

2. Armenia 19 (silvur)

3. India 2 18 (bronsa)

4. India A 17

5. USA 17

6. Moldova 17

37. Svøríki 

40. Ísland

45. Danmark

59. Noreg

61. Finnland

108. Føroyar

Tilsamans vóru 188 lið.

Ukraina vann kappingina hjá kvinnunum.

Talvolympiada verður aftur um tvey ár. Ungarn skipar fyri, og Budapest verður vertsbýur í september 2024.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012