Føroyingar á politiskt ungdómsting í Danmark

Føroyingar á politiskt ungdómsting í Danmark
Uppskotini skulu vera um heilsu, veðurlag, útbúgving, lógarbrot og flóttafólk
Ungdómstingið í fólkatinginum verður 30. januar næsta ár. (Savnsmynd)
 
18.08.2022 - 08:59

Føroyingar sleppa við í ungdómstingið, sum verður í fólkatinginum 30. januar næsta ár.

Talan er um eitt ting, sum er mannað við næmingum í áttanda ella níggjunda flokki, næmingum úr Danmark, Føroyum og Grønlandi.

Tey skulu koma við uppskotum um lógir um tað, sum tey halda er umráðandi at fáa gjørt.

Uppskotini skulu vera um heilsu, veðurlag, útbúgving, lógarbrot og flóttafólk.

 

60 uppskot verða viðgjørd

Uppskotini skulu sendast í seinasta lagi 15.november. 60 teirra vera viðgjørd í ungdómstinginum.

Í 2018 komu yvir 700 uppskot úr teimum trimum londunum í ríkisfelagsskapinum.

Eitt uppskot úr Føroyum slapp við. 

Í 2018 vóru Kristina Nattestad og Nikolina Ravnsfjall í skúlanum Giljanesi í ungdómstinginum í Fólkatinginum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. november
Filosofiskur 9. partur
216718
Leygardag 21. november
Jambalaja - 211126
216767
Leygardag 21. november
Upp á tá - 201126
216763
Fríggjadag 20. november
Vikuskiftið 20 nov 2026
216752
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592