SAS strikar 1700 fráferðir

SAS strikar 1700 fráferðir
Samskiftisleiðarin hjá flogfelagnum sigur, at SAS vantar fólk eftir verkfallið. Eingi boð eru komin um, at Føroyaleiðin verður rakt
Vága floghavn hevur eingi boð fingið um, at avgerðin um at avlýsa fleiri flogferðir í heyst, fer at raka Føroyaleiðina.
 
19.08.2022 - 09:04

SAS strikar 1.700 fráferðir í heyst sum avleiðing av verkfallinum í summar, men boð eru ikki komin um broytingar í Føroyaflúgvingini, sigur Regin I. Jacobsen, stjóri í Vága Floghavn.

Sambært netmiðilinum check-in.dk eru tað fráferðir í september og oktober, sum flogfelagið strikar, skrivar Ritzau. 

300 fráferðir eru úr Kastrup í Keypmannahavn. 

- Vága Floghavn hevur ikki fingið nøkur boð frá SAS um ætlaðar broytingar á Føroyaleiðini, og sum vit duga at síggja, eru ongar gjørdar, sigur Regin I. Jacobsen, stjóri.

Sambært samskiftisleiðarinum hjá SAS, Alexandru Lindgren Kaoukji, vantar SAS fólk eftir verkfallið í summar.

- Talan er ikki um vantandi eftirspurning, tvørturímóti. Men verkfallið ger tað trupult at manna størvini næstu mánaðirnar, tí tað ikki hevur borið til hjá starvsfólki at halda frí, sigur hon við check-in.dk.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101