Blønduós: Skeyt hjúnini í songini

Blønduós: Skeyt hjúnini í songini
Byrsumaðurin arbeiddi hjá hjúnum, men var uppsagdur, og tað góðtók hann ikki, siga íslendskir miðlar
Tað var í hesum húsunum í Blønduósa, at skotini vóru.
Mynd: RÚV, íslendska kringvarpið.  
 
22.08.2022 - 08:47

Politiið vil lítið og einki siga um skottilburðin á Blønduósi í Islandi tíðliga í gjáramorgunin.

Men fjølmiðlarnir siga seg nú vita, hvat hendi í sethúsunum á Blønduósi.

Maðurin skeyt eini hjún í fimmtiárunum í song teirra. Konan doyði, og maðurin er illa særdur. 

Sonur teirra, genta hansara og barn teirra vóru eisini í húsunum. Og sonurin skal hava beint fyri drápsmanninum, tó ikki við byrsuni.

 

Var uppsagdur

Byrsumaðurin arbeiddi hjá hjúnunum, men var uppsagdur. Tað góðtók hann ikki, og vildi hava arbeiðið aftur. 

Fyri nøkrum vikum síðani hótti hann hjúnini við høglbyrsu.

Tá var hann tikin. Maðurin, sum er 35 ár, var á psykiatriskari deild, men slapp út haðani um vikuskiftið.

Hann skuldi missa byrsuloyvið í dag. 

 

Veiðimaður

Maðurin átti nógv skotvápn, hann er veiðimaður, og er venjari í skjóting.  

Onkursvegna fekk hann útvegað sær byrsu um vikuskiftið, tí øll hansara egnu skrásettu vápn vóru tikin frá honum, tá hann hótti við byrsu í summar.

Sonur hjúnanna og genta hansara vóru tikin sunnumorgunin, men tey vóru latin leys í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959