Stjørnan tekur seg úr KÍ

Stjørnan tekur seg úr KÍ
Á eykaaðalfundi hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag í næstum fer hondbóltsdeildin hjá felagnum, Stjørnan, at taka seg burtur úr KÍ, skrivar Norðlýsið
Stjørnan hevur í nógv ár í roynd og veru virkað sum sjálvstøðugt felag
 
25.08.2022 - 14:32

Stjørnan fer nú at taka seg úr Klaksvíkar Ítróttarfelag. 

Á eykaaðalfundi hjá KÍ í næstum verður uppskot lagt fram um, at hondbóltsdeildin, Stjørnan, skal takast burtur úr KÍ. Tað vátta formaðurin í KÍ, Tummas Lervig, og forkvinnan í Stjørnuni, Súsanna Lydersen, fyri Norðlýsinum. 

 - Tíðirnar eru nógv broyttar og m.a. átti KÍ eina høll fyrr, sum hevði ávirkan á, at vit vóru saman. Vit hava skulað lagt okkara roknskap fram á aðalfundinum hjá KÍ, men annars hava vit stórt sæð einki havt við hvønn annan at gjørt í nógv ár, sigur Súsanna Lydersen við Norðlýsið. 

Tað er Stjørnan, sum hevur biðið um eykaaðalfund, men eingin illvilji er millum Stjørnuna og KÍ, sigur forkvinnan.

Eykaaðalfundurin verður 12. september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Morgunlestur týsdagur.
210558
Mánadag 6. juli
Oyggjar undir trýsti -1. partur
210473
Mánadag 6. juli
Fótbóltsprát 6. juli 2026
210577
Mánadag 6. juli
Poppverturin 6
208459
Mánadag 6. juli
Praktikanturin #18: Katrin Reistrup
210569
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. juli
3-2
210573
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522