Viðgera avgerðina um Sandá av nýggjum

Viðgera avgerðina um Sandá av nýggjum
Yvirfriðingarnevndin kemur kanska við niðurstøðu í september
Yvirfriðingarnevndin avgjørdi í fjør, at fríøkið við Sandá skal ikki friðast. Men nú er málið aftur til viðgerðar í nevndini.
 
31.08.2022 - 11:00

Yvirfriðingarnevndin viðgjørdi á fundi í gjár, um avgerðin um Sandá skal broytast.

Niðurstøðan er ikki klár enn, men hon verður kanska kunngjørd í september.

Áhugabólkurin "Varðveitið fríøkið við Sandá" heitti á Yvirfriðingarnevndina um at taka málið um fríøkið við Sandá uppaftur.

 

Nevndin fingið tilfar

Síðani Yvirfriðingarnevndin gjørdi úrskurð um ikki at friða økið í oktober í fjør, hava lívfrøðingar staðfest, at náttúrumargfeldið í fríøkinum við Sandá er sera stórt, og at lendið er fjøllbroytt. 

Og eingin árinskanning var gjørd.

Yvirfriðingarnevndin fekk áheitanina um uppafturtøku fyrst í apríl. Síðani hevur nevndin fingið tilfar um málið í fleri umførum.

Hon viðgjørdi málið á fundinum, sum hon hevði í gjár, sigur skrivarin hjá nevndini, Peter Flügge.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329