Grava út fyri stórhøllini í ár

Grava út fyri stórhøllini í ár
Niels Mortensen, Tummas Justinussen og Tróndur Sigurðsson eru valdir í bygginevndina
Ætlanin er at seta spakan í fyri nýggju stórhøllini í hesum árinum.
 
02.09.2022 - 10:59

Arbeiðið at gera verkætlan um Føroya Arenu er byrjað, og eftir ætlan verður spakin settur í í hesum árinum.

Tað upplýsir Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.

Øll fíggingin til stórhøllina er fingin, og tí kann farast undir byggingina.

Í nevndini fyri grunnin, sum skal standa fyri byggingini, eru  Heðin Mortensen, formaður, Guðrið Højgaard næstforkvinna, Bergur Poulsen, Elin H. Joensen og Annika Olsen.

 

Niels Mortensen, Tummas Justinussen og Tróndur Sigurðsson manna bygginevndina.

 

Hava valt bygginevnd

Nevndin hevur eisini valt eina bygginevnd, sum saman við nevndini skal standa fyri at byggja stórhøllina. Í bygginevndina eru valdir Niels Mortensen, Tummas Justinussen og Tróndur Sigurðsson.

Niels Mortensen og Tummas Justinussen stóðu fyri at savna pening til stórhøllina. 

Skrivari hjá nevndini er Jógvan Emil Nielsen.

Projekteringin er byrjað, og eftir ætlan verður spakin settur í longu í ár, sigur Tórshavnar kommuna. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609