Andstøðan hevði vunnið stórt

Andstøðan hevði vunnið stórt
Ein nýggj veljarakanning vísir, at andstøðan hevði vunnið so ruddiliga, um eitt løgtingsval var nú. Andstøðan hevði fingið 20 tingsessir og samgongan bara 13.
Um løgtingsval var nú, hevði andstøðan vunnið stórt á samgonguni
 
03.09.2022 - 13:08

Um val var nú, hevði sitandi samgonga fingið ein lúsing frá veljarunum, tí bara fýra av hvørjum tíggju veljarunum høvdu valt samgonguna.

Samgonguflokkarnir høvdu tilsamans bara fingið 40,6 prosent av atkvøðunum, og andstøðan hevði harafturímóti fingið 57,4 prosent.

Andstøðan hevði fyri atkvøðurnar fingið 20 tingsessir og samgongan 13, vísir ein nýggj veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskiftið hjá Portalinum.

Fólkaflokkurin størsti taparin
Størsti taparin er Fólkaflokkurin, sum hevði fingið 16,1 prosent av atkvøðunum, sum er 8,4 prosentstig minni enn á løgtingsvalinum í 2019.

Hin stóri samgonguflokkurin, Sambandsflokkurin, hevði eisini gingið aftur og fingið 18 prosent, men triði samgonguflokkurin, Miðflokkurin, hevði hinvegin gingið fram og fingið 6,5 prosent.

Sum seinastu kanningar hava víst, hevði Javnaðarflokkurin blivið nógv størstur - hesaferð við 30 prosentum og 10 tingsessum.

Tjóðveldi og Framsókn høvdu eisini havt framgongd, so teir høvdu fingið ávikavist 19,5 og 7,9 prosent av atkvøðunum.

Sjálvstýri ikki á ting
Sjálvstýri stendur bara til at fáa 2,1 prosent av atkvøðunum, og hevði ikki komið aftur á ting.

10 prosent av teimum spurdu hava enn ikki tikið støðu, eitt prosent hevði ikki farið á val, og tær blonku atkvøðurnar høvdu talt 1,3 prosent, um val var nú.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858