Bretland fær nýggjan forsætisráðharra í dag

Bretland fær nýggjan forsætisráðharra í dag
Klokkan hálvgum eitt í dag verður nýggi forsætisráðharrin í Bretlandi avdúkaður
Klokkan hálvgum eitt í dag er greitt, hvør verður nýggi forsætisráðharrin í Stórabretlandi
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
05.09.2022 - 11:06

Í dag verður avdúkað, hvør verður nýggjur bretskur forsætisráðharri, eftir Boris Johnson.

Millum 160.000 og 180.000 bretar eru limir í Konsetvativa flokkinum, og tað eru teir sum skulu gera av, hvør verður nýggjur formaður í flokkinum, og samstundis nýggjur forsætisráðharri.

Tað eru 42 ára gamli Rishi Sunak, sum hevur verið fíggjarmálaráðharri, og 47 ára gamla Liz Truss, sum er uttanríkisráðharri.

 

Meiningarkanningar peika á Liz Truss

Rishi Sunak tók seg aftur sum fíggjarmálaráðharri fyrr í summar, fyri at mótmæla politikkinum hjá Boris Johnson.

Upprunaliga vóru 11 um boðið at gerast forsætisráðharri, men tá avtornaði, kom kappingin at standa ímillum tey bæði.

Stór ósemja hevur verið í Konservativa flokkinum seinastu árini, og fyrsta uppgávan hjá nýggja formanninum verður at savna flokkin aftur, siga eygleiðarar.

Allar meiningakanningar, sum eru gjørdar, vísa, at Liz Truss verður nýggjur formaður í flokkinum og harvið forsætisráharri. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044