Kann taka ímóti peningi úr Novo Nordisk-grunninum

Kann taka ímóti peningi úr Novo Nordisk-grunninum
Ein atkvøða var ímóti. Hana átti Beinta Løwe í Tjóðveldi
Peningurin úr Novo Nordisk-grunninum skal brúkast fíggja rakstur og íløgur í samstarvinum um millum annað diabetes við Heilsumálaráðið.
 
09.09.2022 - 08:27

Løgtingið hevur givið Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum, loyvi til at taka móti 121 milliónum krónum frá Novo Nordisk-grunninum.

Peningurin skal brúkast árini 2023 til og við 2032 til at fíggja rakstur og íløgur í samstarvinum um millum annað diabetes millum Novo Nordisk-grunnin og Heilsumálaráðið

Ætlanin er at byggja Steno-miðstøðina á Landssjúkrahúsinum. 

Uppskotið um tað var endaliga samtykt í gjár, tí frávik var givið frá øllum tíðarfreistum millum viðgerðirnar.

Ein atkvøða var ímóti. Hana eigur Beinta Løwe í Tjóðveldi.

Øll hini, sum vóru á tingfundi, atkvøddu fyri. 

Tey vóru 22, 23 og 24 tingfólk.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098