Stendur á jøvnum millum báðar veingirnar

Stendur á jøvnum millum báðar veingirnar
Ríkisdagsval er í Svøríki í dag, og úrslitið verður greitt einaferð í nátt
Valhølini lótu upp tíðliga í morgun, og tey lata aftur klokkan 19 í kvøld. Valúrslitið verður greitt í nátt
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
11.09.2022 - 09:31

Ríkisdagsval er í Svøríki í dag, og seinastu veljarakanningarnar benda á, at tað fer at standa á jøvnum millum flokkarnar á reyða og blaa veingi.

Valhølini lótu upp klokkan sjey í morgun, og 7,8 milliónir sviar hava valrætt.

Umframt at manna ríkisdagin, skulu veljararnir velja nýggj kommunu- og landspartastýri.

Á borgarliga veinginum eru Moderati flokkurin, Svøríkisdemokratarnir, Kristnudemokratarnir og Liberali flokkurin.

 

Svøríkisdemokratarnir størstir

Veljarakanningar vísa, at Svøríkisdemokratarnir vera størsti flokkur á borgarliga veinginum, og Moderati flokkurin hevur sagt, at hann er fúsur at samstara við Svøríkisdemokratarnar.

Magdalena Andersson, forsætisráðharri í Sosialdemokratiska flokkinum, fær væntandi stuðul frá Umhvørvisflokkinum, Sentrumsflokkinum og Vinstraflokkinum.

Sentrumflokkurin hevur víst aftur at styðja borgarliga veingin, tí Svøríkisdemokratarnir kunnu gerast parlamentariska grundarlagið undir einari borgarligari stjórn.

Eitt av høvuðsevnunum í valstríðnum upp undir ríkisdagsvalið í dag hava verið mongu skottilburðirnir í Svøríki.

 

Magdalena Andersson, forsætisráðharri, og Ulf Kristersson, formaður í Moderata flokkinum endaðu valstríðið við politiskari hólmgongu í TV4 í gjárkvøldið. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Harðari revsing

Ulf Kristersson, formaður í Moderata flokkinum, hevur sagt, at Svøríki eigur at gera sum Danmark og revsa leiðarar í harkaliðum/bandum tvífalt, til tess at fáa tamarhald á kriminalitetinum.

Magdalena Andersson sigur, at trupulleikin kann loysast við at styrkja løgregluna munandi og at herða revsingina.

Flestu valstøðini lata aftur í kvøld klokkan 19, og væntandi verður liðugt at telja atkvøðurnar um 11-tíðina.

Valúrslitið verður greitt einaferð í nátt.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. juli
Summarbeiti 8. juli 2026
210685
Mikudag 8. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (2:4)
210667
Mikudag 8. juli
HM-tíðindi 8. juli 2026
210672
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523