Elin W. Poulsen vald í kringvarpsstýrið sum starvsfólkaumboð

Um KVFTíðindi
Elin W. Poulsen vald í kringvarpsstýrið sum starvsfólkaumboð
Starvsfólkini í Kringvarpinum valdu í seinastu viku Elina sum starvsfólkaumboð og John Johannesen sum varalim
Kringvarpsstýrið summarið 2022. Myndin er tikin, áðrenn Elin Winther Poulsen fór frá sum stýrisforkvinna, og Carsten Arnskov legði frá sær sum starvsfólkaumboð í stýrinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19-09-2022

Í fyrru viku segði Carsten M. Arnskov seg frá sum starvsfólkaumboð í kringvarpsstýrinum. Tí boðaði kringvarpsstjórin frá nývali, sum fór fram 14. og 15. september í Sortudíki. Stutt eftir at valið var av, gjørdist greitt, at Elin W. Poulsen átti meirilutan av atkvøðunum og gjørdist sostatt aftur limur í kringvarpsstýrinum. John Johannesen bleiv valdur sum varalimur.

Kringvarpsstýrið er ovasta leiðslan í Kringvarpinum og hevur ábyrgdina av, at stovnurin virkar eftir ásetingunum í Kringvarpslógini og í øðrum fyriskipanum um virksemið á stovninum.

Kringvarpsstýrið verður valt fyri fýra ár í senn. Landsstýrismaðurin í mentamálum velur formann og næstformann. Eftir tilmæli frá politisku flokkunum og starvsfólkunum í Kringvarpinum tilnevnir landsstýrismaðurin í mentamálum hinar fimm stýrislimirnar.

Elin W. Poulsen var forkvinna í kringvarpsstýrinum frá januar 2019 til juni 2022, tá hon legði frá sær, tí hon fór aftur í journalistyrkið. 

Símun J. Hansen nýggjur formaður

Í juli setti Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, Símun Jóannesarson Hansen sum formann í stýrið fyri Kringvarp Føroya, eftir at Elin Winther Poulsen fór frá fyri at vera journalistur í Kringvarpinum.

Nýggi formaðurin er somuleiðis settur restina av hesum setanarskeiðinum, sum endar við árslok.

Stýrið er skipað soleiðis: Símun J. Hansen, formaður, Katrin Petersen, næstforkvinna, Ragnar Joensen, Gunvá við Keldu, Jóhan Petersen, Theodor E.D. Olsen og Elin W. Poulsen, starvsfólkaumboð. 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen. 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337
Sunnudag 8. mars
Gudstænasta úr Vestmanna kirkju
205299

Um kvf css