Forkvinnan í kringvarpsstýrinum sagt seg frá

Forkvinnan í kringvarpsstýrinum sagt seg frá
Elin Winther Poulsen gevst sum forkvinna í stýrinum fyri KVF. Tann 1. september tekur hon við starvi sum journalistur á tíðindadeildini í Kringvarpinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.06.2022 - 12:22

Stýrisfundurin tann 9. juni bleiv tann síðsti við Elini Winther Poulsen sum forkvinnu í stýrinum fyri Kringvarp Føroya.

- Eg takki fyri álitið og havi verið glað um ta stóru og áhugaverdu avbjóðing, sum tað er at standa á odda fyri einum so týdningarmiklum stovni hesi árini, sigur hon í eini viðmerking. 

Tó harmast hon um, at tað ikki hevur eydnast at koma á mál á tveimum týdningarmiklum økjum:

- Enn er ongin nýggjur public service-sáttmáli undirskrivaður við Mentamálaráðið. Harafturat hevur tað ikki eydnast okkum at framtíðartryggja Kringvarpið við prístalsjavning av kringvarpsgjaldinum. Í roynd og veru merkir tað, at Kringvarpið verður niðurlagað, so hvørt lønir og prísir hækka. Nógv er tó, sum bendir á, at hesi bæði stórmál verða avgreidd í heyst, sigur fráfarna forkvinnan.

Aftur til journalistikkin

Elin hevur drúgvar royndir í journalistikki. Hon var í starvi í Kringvarpinum frá 2002 til 2012 og var eisini eitt skifti á Rás 2 hetta tíðarskeiðið. Seinastu árini hevur hon starvast í Almannamálaráðnum. Hon er útbúgvin løgfrøðingur og hevur lisið journalistikk á UCLA í Los Angeles. 

Kringvarpsstjórin, Ivan Hentze Niclasen, handaði fráfarandi stýrisforkvinnuni eitt blómutyssi og takkaði henni fyri gott samstarv hesi árini. Samstundis kundi hann bjóða henni vælkomnari í nýggja starvið. 

Elin Winther Poulsen hevur verið forkvinna í kringvarpsstýrinum síðani 1. januar 2019. Í stýrinum sita annars Katrin Petersen, sum er næstforkvinna, Gunvá við Keldu, Theodor Eli Dam Olsen, Jóhan Petersen, Ragnar Joensen og Carsten M. Arnskov, sum er starvsfólkaumboð. Elin Winther Poulsen og Ragnar Joensen vórðu tilnevnd av undanfarnu landsstýriskvinnuni í mentamálum, Rigmor Dam. Hinir limirnir eru tilnevndir av stóru flokkunum í Løgtinginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337
Sunnudag 8. mars
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
205299