Landsgrannskoðanin finst at vantandi innaneftirliti

Landsgrannskoðanin finst at vantandi innaneftirliti
Landsgrannskoðanin hevur grannskoðað landsroknskapin fyri 2021 og hevur latið løgtingsgrannskoðarunum frágreiðing
Landsgrannskoðanin hevur grannskoðað landsroknskapin fyri 2021.
 
20.09.2022 - 10:46

Landsgrannskoðanin vísir á, at tað at hava ábyrgd av roknskapinum, merkir, at aðalráðini og stovnarnir undir teimum hava støðugt innanhýsis eftirlit, sum tryggjar, at ársroknskapurin er rættur, og at hann gevur eina rættvísa mynd uttan stórvegis skeivleikar.

Ein týðandi partur av innaneftirlitinum er tey tiltøk, sum leiðsla og starvsfólk seta í verk fyri at røkka málinum um, at raksturin er effektivur, at roknskapurin er rættur og álítandi, og at lógir og reglur eru hildnar.

 

Beinta Dam er landsgrannskoðari.

 

Tað hendir seg javnan, at innanhýsis eftirlitið hjá stovnum ikki er nøktandi, og tað ger, at Landsgrannskoðanin ikki kann sanna, at roknskapurin er rættur, sigur Landsgrannskoðanin.

Og aftur í hesari ársfrágreiðingini vísir Landsgrannskoðanin á vantandi eftirlit og vísir á nøkur dømi um tað.

 

Landsgrannskoðanin sigur, at skipanin hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum er viðbrekin.

 

Búnaðarstovan og Arbeiðs- og brunaeftirlitið

Nevnt verður, at feilir í roknskapinum fyri 2019 hjá Búnaðarstovuni kundu verið fyribyrgdir, um greiðar mannagongdir vóru viðvíkjandi inntøkum. Kanning av inntøkunum vísir, at innaneftirlitið hevur ikki verið nóg gott.

Skipanin hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum er viðbrekin, við ongum ella í besta føri veikum innaneftirliti, tá ið sama starvsfólk hevur ábyrgd av at rokna prísir út, gera eftirlit og at gera fakturagrundarlagið, og tað kann vera óheppið, at stovnurin ikki hevur góðkenningarmannagongd, tá ið tey broyta prísir.

Innaneftirlitið hjá Yrkisdeplinum hevur verið veikt. Um einføld eftirlit vóru í KT-skipanini, kundu tey spart stovninum fyri nógv handligt arbeiði og byrgt upp fyri, at feilir hendu, sum t.d. at sama upphædd kann verða goldin út fleiri ferðir.

Og Landsgrannskoðanin kann ikki sanna, at roknskapirnir hjá Studna eru rættir, m.a. tí at stovnurin hevði ikki nóg væl skipað eftirlit við lestrarvirkni, stendur m.a. um vantandi innaneftirlit á stovnum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Fríggjadag 30. oktober
Veðrið
215674