Apoteksverkið fingið álvarsliga átalu frá Dátueftirlitinum

Apoteksverkið fingið álvarsliga átalu frá Dátueftirlitinum
Mannagongdin í sambandi við trygdarbrot var ikki nóg greið, sigur Dátueftirlitið. Apoteksverkið sigur, at tað var hon, men starvsfólkið fylgdi ikki mannagongdini.
Bræv við viðkvæmum persónsupplýsingum, sum vóru ein útskrift av heilivági hjá einum fólki, var sent til skeivt fólk, tí skeivur móttakari stóð á brævbjálvanum.
Mynd: Savnsmynd  
 
05.10.2022 - 09:16

Apoteksverkið hevur fingið álvarsliga átalu frá Dátueftirlitinum.

Átalan er fyri mannagongdina í sambandi við handfaring av trygdarbrotum.

Hetta hendir, eftir at eitt bræv við viðkvæmum persónsupplýsingum, sum vóru ein útskrift av heilivági hjá einum fólki, var sent til skeivt fólk, tí skeivur móttakari stóð á brævbjálvanum.

Brævið, sum var sent frá Tjaldurs apoteki tann 11. apríl, var latið innaftur til Eysturoyar apotek tann 23. apríl. Móttakarin á Eysturoyar apoteki legði brævið til sín leiðara, ið møtti til arbeiðis týsmorgunin 26. apríl. 

Tann 27. apríl fekk Tjaldurs apotek brævið aftur og kundi tá staðfesta eitt trygdarbrot. 

 

 

Dátueftirlitið fekk fráboðan tann 28. apríl, og í fráboðanini vísir Apoteksverkið á, at mannagongdin fyri trygdarbrot, sum øll  starvsfólk eru kunnað um, ikki er fylgd. 

Tá ið slík trygdarbrot henda, skulu greiðar mannagongdir vera fyri handfaring av trygdarbrotinum.

Dátueftirlitið kannaði tí, um Apoteksverkið hevði nøktandi skrivligar mannagongdir til starvsfólkini, so tey vita, hvat tey skulu gera, tá ið eitt trygdarbrot er hent, og tað hevði stovnurin ikki, sambært Dátueftirlitinum.

Fráboðanir um trygdarbrot skulu vera Dátueftirlitinum í hendi innan 72 tímar, eftir at trygdarbrotið er staðfest. Í hesum føri gekk sostatt longri tíð, til Dátueftirlitið varð kunnað.

 

Hoyr samrøðu við Robert Vilhelmsen, sum er dátuverndarfólk hjá Apoteksverkinum:

 

05102022_-_Robert_Vilhelmsen


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012