Stjórin í Heilsutrygd: Einasta rætta er at eftirmeta Kommunulæknaskipanina

Stjórin í Heilsutrygd: Einasta rætta er at eftirmeta Kommunulæknaskipanina
"Er Kommunulæknaskipanin ikki tann besta, er tað einasta rætta at eftirmeta og tillaga hana," sigur Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd, í tíðindaskrivi
Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd
Mynd: Savnsmynd  
 
05.10.2022 - 17:07

"Sjálvandi ynskir Heilsutrygd eina so góða kommunulæknaskipan sum gjørligt, bæði fyri kommunulæknan og fyri fólkið, sum býr í Føroyum."

Tað skrivar Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd, í viðmerking til tey tíðindi og ta viðgerð, sum Kringvarpið seinastu tíðina hevur havt av kommunulæknaskipanini og kommunulæknatrotinum.

Millum annað hava fleiri kommunulæknar sagt við Kringvarpið, at á Heilsutrygd hugsa tey meira um botnlinjuna enn um at fáa fleiri kommunulæknar í starv.

"Vert er at minnast til, at leikluturin hjá Heilsutrygd er at umsita eina skipan, sum Kommunulæknafelag Føroya hevur avtalað við landið," skrivar Egil á Bø, stjóri, og leggur afturat, at skipanin verður umsitin eftir teimum lógum og avtalum, sum eru galdandi. 

 

Rætt at eftirmeta

Um skipanin ikki er optimal, sum okkurt týðir uppá, so er tað einasta rætta at eftirmeta og tillaga hana. 

Stjórin í Heilsutrygd sigur, at hesum arbeiði vilja tey í Heilsutrygd fegin vera partur av.

Arbeiðið má sjálvandi gerast saman við bæði kommunulæknunum og politiska myndugleikanum, sigur hann.

 

Ónøgdin má takast í álvara

Fyri stjóran á Heilsutrygd tykist málið um kommunulæknaskipanina og trotið lýst, sum at Heilsutrygd er orsøk til, at skipanin virkar, sum hon ger, og harvið stóran part av ónøgdini. 

Tí vil hann fegin í skrivinum, sum er sent fjølmiðlunum í dag, lýsa, hvussu kommunulæknaskipanin virkar og er skipað eftir lógum, kunngerðum og sáttmálum.

Hann undirstrikar samstundis, at ætlanin við skrivinum ikki er at tileinkisgera ta misnøgd, sum er í skipanini, tí ónøgdin er verulig og má takast í størsta álvara. 

Egil á Bø staðfestir, at kommunulæknaskipanin er ein sera týðandi partur av samlaða heilsuverkinum og má virka á besta hátt. 

Skipanin er gomul og átti at verið eftirmett, soleiðis at hon kann gerast meira tíðarhóskandi, og starvsviðurskiftini eisini kunnu tillagast.

 

Tíðindaskrivið frá Heilsutrygd kann lesast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860